Róðrarfelagið Knørrur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Stovnað: 28. februar 1985.
Bátar: Jallurin, Tambar, Pílur, Jarnbardur, Herningur, Knørrur, Ormurin Langi, Úlvur, Silkisegl og Kongurin.
Bátslitir: Bláir við hvítari rond.
Sermerki: Føroyskan stavn. Øll bátsnøvn úr kvæðinum um Ormin Langa.
Tilhald: við Lágu kai á Skálatrøð og í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág.
Heimasíða: rk.fo

Róðrarfelagið Knørrur (RK) er eitt róðrarfelag í Tórshavn. Felagið varð stovnað 28. februar í 1985 og hevur øll árini hildið til í neystinum við Lágu kai á Skálatrøð. Síðan 2011 hevur felagið eisini hildið til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág. Innivenjingin er í Tollbúðini á Eystaru bryggju.

Felagið hevur níggju bátar. Teir eru fimmmannaførini Jallurin, Tambar og Pílur, seksmannaførini Jarnbardur, Herningur og Silkisegl, áttamannafarið Knørrur og tíggjumannaførini Ormurin Langi og Kongurin. Harumframt hevur felagið eisini tristin Úlv, ið verður nýttur til smábarnaróður.

Bátar felagsins eru bláir við hvítari rond, hava føroyskan stavn og hava allir nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa.

Føroyameistaraheiti[rætta | rætta wikitekst]

Tambar, gentur: 2018

Jallurin, dreingir: 2011, 2022

Jallurin, kvinnur: 2017

Jarnbardur, kvinnur: 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008, 2013, 2014, 2015, 2020, 2021, 2022

Jarnbardur, menn: 2013

Knørrur: 1985, 1989, 1990, 2006, 2022

Ormurin Langi: 2018, 2019, 2020

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið