Jógvan Poulsen
Appearance
Jógvan Poulsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. feb 1854 í/á Svínáir |
Andaðist | 21. jan 1941 í/á Strendur |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | politikari, lærari, rithøvundur |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti |
Jógvan Poulsen (føddur 19. februar 1854 við Svínáir, doyði 21. januar 1941 á Strondum) var ein føroyskur lærari, rithøvundur og politikari (Sambandsflokkurin).
Hann var sonur Birgithe (fødd Thomasdatter) og Poul Joensen. Foreldur hansara komu upprunaliga úr Funningi og av Eiði, men settu búgv við Svínári, ið tá var ein ung niðursetubygd.
Hann var lærari í Sjóvar sókn og tingmaður hjá Sambandsflokkinum.
Frá 1876 - 1917 helt hann skúla á Strondum, Skála og Selatrað.
Hann útgav Förisk ABC og lesingabók, eitt læruverk í føroyskum máli saman við C.L. Johannesen í 1891, men hetta gjørdist skjótt ikki í trá við nýggju rættskrivingarreglurnar hjá V.U. Hammershaimb, ið vóru samtyktar at vera galdandi, eftir at bókin varð komin út.