Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Selatrað er ein lítil bygd í Eysturoy.
Myndin er tikin í Víkini. Vit síggja kirkjuna, viðarlundina og Sandá
[rætta] Áhugavert at vitja
- Viðarlundin: við Sandá finna vit viðarlundina. Fyrstu trøini vóru gróðursett í 1913. Viðarlundin er ógvuliga lítil og hevur bert eina gøtu. Har vaksa bæði nálatrø - fura, grannatrø, lerkatrø - og trø ið bera leyv - ahorn, bjørk og trø í Alnus-ættini.
- Tingstaður: vártingið í Eysturoy varð hildið á Selatrað. Tingsteinurin stendur enn og ikki langt haðani stendur ein stórur klettur í fjøruni. Staðið nevnist á Gálga og her sigst at brotsmenn vóru hongdir.
- Kirkjan: kirkjan er frá 1927 og er fyrsta kirkjan á staðnum. Selatraðar kirkja er fyrsta føroyska kirkjan, ið er stoypt øll sum hon er. Vígslan var triðja jóladag 1927.
- Blásendi: um tú fylgir vegnum frá teimum norðastu húsunum nakrar hundrað metrar finnur tú ein av Føroya vakrastu fossum. Um summari er ikki nógv vatn í ánni, men í áarføri er vatnferðin øgilig.
[rætta] Kend selatraðsfólk
- Sára av Selatrað, røsk og dugnalig genta í sangi hjá Oskar Hermansson
[rætta] Slóðir úteftir