Jóannes Lamhauge

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jóannes Lamhauge í Sangleikinum Jekyll & Hyde 2009

Jóannes Brynolfsson Lamhauge (føddur 25. desember 1985 í Tórshavn) er Føroyskur fjøllistamaður, greinahøvundur, sjónleikari, tónleikari og filmsleikstjóri. Jóannes er serliga kendur sum virkin sangleikari bæði í Føroyum og í Suðuronglandi, har hann búði frá September 2008 til Juni 2011. Hann er limur í føroyska dreingjabólkinum All in.[1]

Meðan Jóannes var búsitandi í Canterbury í Onglandi, nam hann sær hægri útbúgving (BA Hons.) innan Religiónsvísindi og Metaetik við University of Kent.

Í 2015 vann hann Áskoðaravirðislønina, ið varð handað á Geyta-Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, hann vann saman við Jónfinn Stenberg fyri filmin Tunnan.

Jóannes er búsitandi í Tórshavn.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tú við All in á YouTube.com