Ingeborg Vinther
Appearance
Ingeborg Vinther (fødd 11. mai 1945 í Vági) var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag 1980 - 2011. Stjórnarlimur síðan 1977. Løgtingskvinna fyri Verkamannafylkingina 1994–1998, varð vald í Suðuroyar valdømi sum fyrsta tingkvinna hagani. Hevur starvast á flakavirkjum í Íslandi og Føroyum 1964–1984. Í 1976 varð hon vald í nevndina fyri arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, har hon var forkvinna 1977-1984.[1] Á vári 2011 kom út bók um Ingeborg Vinther fyri at heiðra hana, tá hon legði frá sær eftir at hava verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 31 ár. Bókin ber heitið "Ingeborg", tað var Ingolf S. Olsen, blaðmaður, sum skrivaði bókina.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Demokratia.fo, Ingeborg Vinther". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-25. https://archive.today/20120525174942/http://www.demokratia.fo/default.asp?show=page&id=2768. Heintað 2011-07-18.
- Thomsen, Brynhild: »Skjótt havi eg gjørt mína verjuskyldu«. Í: Kvinna 2/2007, s. 4–8.