Hergeir Nielsen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niels Jákup Hergeir Nielsen (føddur 27. august 1949 í Vági) er føroyskur lærari og politikari. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fleiri ferðir, seinast til Løgtingsvalið 19. januar 2008. Hann hevur sitið sum løgtingsformaður tríggjar ferðir, seinastu ferð var valskeiði 2008-2011. Hergeir var landsstýrismaður 1978-80. Hann var blaðstjóri á 14. September frá 1992 til 1994.[1] Hergeir stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið í oktober 2011, eftir at hava verið virkin í politikki í 33 ár.[2]
[rætta] Løgtingsformaður
Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær ferðirnar, tá Hergeir Nielsen hevur verið formaður, 1. næstformaður og 3. næstformaður á Føroya Løgtingi.
- 2008–2011 løgtingsformaður
- 2004–2008 1. næstformaður
- 1990–1994 3. næstformaður
- 1989–1990 3. næstformaður
- 1989–1989 løgtingsformaður
- 1988–1989 1. næstformaður
- 1987–1988 løgtingsformaður
- 1984–1987 1. næstformaður