Haraldur Blátonn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Haraldur kongur Gormsson (føðiárstal ókent, doyði umleið 985/987) eisini nevndur Blátonn var kongur í Danmark. Vit vita ikki nær hann var føddur, men hann ráddi frá umleið 958 til hann doyði uml. 987. Haraldur var sonur danska kongin Gorm Gamla og Thyru Dannebod. Haraldur doyði í Jomsborg, sum helst hevur ligið á oynni Wollin í Eystarasalti. Sambært Adami av Bremen (uml. 1040 - uml. 1081), sum skrivaði krønikuna "Søgan hjá teimum hamburgsku erkabiskupunum", ráddi Haraldur Blátonn fyrst saman við pápa sínum, síðan einsamallur fram til 980-árini, tá ið sonurin, Sveinur 1. Tjúguskegg, gjørdi uppreistur, sum hevði við sær at Haraldur doyði uml. 987.

Adam av Bremen sigur um Harald, at hann, mótsett pápanum, tók jaliga ímóti teimum kristnu trúboðarunum, ið komu sunnanífrá. Vit vita ikki neyvt nær Haraldur vendi um til kristna trúgv, men á stóra Jellingesteininum stendur, at Haraldur Blátonn kristnaði danir. Á steininum stendur eisini, Haraldur hevði valdið í øllum Danmark og Noregi við. Viðv. valdinum í Noregi verður helst sipað til, at hann setti Hákun jall sum undirkong sín í Noregi. Uml. 973-974 var stríð millum Harald Blátonn og týsk-rómverska keisaran Otto 2. Danmark og Haraldur Blátonn taptu hetta stríð, og Haraldur bant seg til at kristna Noreg.

Viðurnevni Blátonn hevur Haraldur helst fingið, tí hann hevði eina myrka tonn (blátt = myrk/svart).

Bluetooth tøknin[rætta | rætta wikitekst]

Bluetooth tøknin, sum stóra svenska KT-fyritøkan Ericsson hevur ment, og sum vit kenna frá fartelefonum og øðrum, er uppkallað eftir Haraldi Blátonn, og búmerki fyri Bluetooth byggir á rúnurnar fyri forbókstavir hansara H (ᚼ) og B (ᛒ).[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. The story behind how Bluetooth® technology got its name, [1] Archived 28 desember 2020 at the Wayback Machine .