Hannibal
Hannibal (248–183/181 f.kr.) var ein puniskur herførari úr Karthago. Hann er einamest kendur fyri at leiða sín her, við stríðs fílum, upp um Alpurnar í eini roynd at hertaka Rom. Síðani deyða hansara hevur hann verði virdur sum ein av bestu herførarum í søguni.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Uppvøkstur
Hannibal var sonur Kartanska leiðaran Hamilcar Barca. Hann hevði fleiri systrar og tveir beiggjar, Hasdrubal og Mago. Eftir at pápi hansara hevði tapt tað 1. Puniska Kríggjið fór hann í holt við at leggja tað Iberisku hálvoynna undir seg. Tað var á hesum herferðunum at Hamilcar tók tann unga Hannibal við sær. Tað sigst at ímeðan Hannibal var í Spania lovaði hann pápa sínum altíð at hata Rom.
Hamilcar doyði í bardaga um ár 228 f.kr. og Hasdrubal, svávur Hannibals, gjørdist nýggjur herovasti. Tá Hasdrubal varð dripin sjey ár seinni bleiv Hannibal nýggjur herðførari einans 26 ára gamal.
[rætta] Puniska kríggjið
Stutt eftir at Hannibal var vorðin herførari, gjørdi Rómverjaríkið eina samansvørjing við spanska býin Saguntum. Hetta sá Hannibal sum brot á eina friðar-avtalu sum Rom og Karthago høvdu um hetta mundi, og leðgi tí býin í oyði. Eftir hetta kunngjørdu rómverjar kríggj og so byrjaði tað næsta puniska kríggjið .
Hannibal førdi um várið 218 f.kr. herdeildir sínar úr Spania, upp um Alpurnar, og kom til Italia í December. Áðrenn Hannibal fór upp um Alpurnar hevði hann 52,000 hermenn undir sær. Ferðin var ikki løtt og tá hann var komin til Italia, hevði hann bara 24,000 hermenn og nakrar heilt fáar fílar eftir.
Komin til Italia, fekk hann fleiri uppreistrar sinnaðar italienar við í sín part. Ímóti rómverjum vann hann tríggjar stórar sigrar, og at enda var eingin herur ímillum hann og Rom. Hann helt tó ikki at tað var ráðiligt at gera eina roynd at hertaka býin.
Illa kroystir sendu rómverjar herdeildir til Afrika, og Hannibal varð noyddur at fara heim aftur. Komin heim tapti hann sín fyrsta bardaga og var noyddur at yvirgeva seg.
Harðar treytir vóru givnar Karthago. Hon misti øll økjir í Spania og skuldi harumframt gjalda eitt stórt krígs endurgjald.
[rætta] Eftir kríggjið
Eftir kríggjið gjørdist Hannibal politikari og Karthago fór aftur at blóma. Sjey ár eftir kriggjið kravdu rómverjar at Hannibal yvurgav seg, og hetta gjørdi at hann fór í útlegd, og var tað restina av sínum lívið. Eftir at hann var farin úr heimbýnum stuðlaði hann, millum øðrum, Efesus og Bithynia í teirra stríði við Rómverjaríkið.
[rætta] Deyði
Um ár 183/181 f.kr. fingu rómverjar frænir av at Hannibal goymdi seg í Libyssa. Tá teir vóru um at fáa hendur á honum, eitraði hann seg sjálvan fyri ikki at fella í rómverskar hendur. Áðrenn hann doyði skrivaði hann á eitt papír: "Læt okkum lætta tað byrðuna rómverjar so longi hava borið, síðani teir ikki hava tol at bíða til ein gamal maður doyr".
Hann var eitt stað millum 64-66 ára gamal tá hann doyði.