Høgni Lisberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Høgni Lisberg. Mynd: Bárður Eklund.

Høgni Lisberg (føddur 7. juni 1982 í Tórshavn, uppvaksin í Leirvík, búsitandi í Danmark) er ein føroyskur tónleikari. Sum fyrrverandi trummusláari í bólkinum Clickhaze, skifti Høgni kós og fór innan singer/songwriter at royna nýggjar leiðir. Sum sangari, guitarleikari og sangskrivari hevði hann nógv løg uppá hjarta, ið skuldu út. Hetta endaði so við einari fløguútgávu, ið kom út í 2003 og nevndist "Most Beautiful Things", ið fekk sera góð ummæli. Høgni hevur síðani verið virkin við framførslum heima í Føroyum og uttanlanda. Hann skrivar og spælir egnan tónleik, sum hittar bæði í Føroyum og í útlandinum.

Útgávur [rætta]

Slóðir [rætta]