George Michael

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
George Michael í 2006.

George Michael (føddur Georgios Kyriacos Panayiotou, grikst: Γεώργιος Κυριάκος Παναγιώτου, 25. juni 1963 í London) er ein enskur sangari, sangskrivari, tónleikari og tónleikaprodjúsari og úr London. Pápin er griskur kyprioti og mamman er ensk. George Michael gjørdist heimskendur, tá hann og skúlavinmaður hansara Andrew Ridgeley vóru poppduo'in Wham!. Fyrsta staklag hansara sum einstaklingur var Careless Whisper, sum seldi yvir 6 milliónir um allan heimin. Hann hevur vunnið sera nógvar heiðurslønir tey 30 árini, hann hevur verið virkin innan tónleikalívið. George Michael gevst við konsertferðum í 2008. Fyri ikki at framføra fyri einum hálvtómum leikvølli í 2008, gav poppkongurin ókeypis atgongumerki til fólk í Danmark. "Høvuðsorsøkin er, at eg eri nú 45 ára gamal. Eg haldi at popp tónleikur eigur at vera fyri ungdómin, og ikki ein roynd í at halda út", segði George Michael. Hóast George Michael ikki verður nógv at síggja fyri almenninginum í framtíðini, so leggur hann tó ikki tónleikin heilt á hillina.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið