Gene Vincent

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Gene Vincent (11. februar 1935 - 12. oktober 1971), sum í veruleikanum æt Vincent Eugene Craddock, amerikanskur tónleikari, sum verður roknaður sum ein av undangongumonnunum, tá ið talan er um rock and roll tónleik og tá serliga rockabilly tónleik. Gene Vincent og bólkurin hjá honum The Blue Caps spældu nógv uttanfyri Amerika. Millum annað spældu teir í Hamburg í Týsklandi og møttu har The Beatles.

Í 1960 var Gene Vincent við í einari ferðsluvanlukku í Stóra Bretlandi, tá ið hann og Eddie Cochran vóru á konsertferð. Vincent slapp við lívinum, men var tó plágaður av einum stívum beini aftaná. Eddie Cochran var ikki so heppin og doyði á staðnum. Størstu hittini hjá Gene Vincent vóru: Be Bop A Lula; Catman; Blue Jean Bop; Lotta Lovin' og Dance To The Bop.