Elia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Elia.

Elia (hebráiskt: אליהו, Eliyahu), sum er nevndur í Gamla Testamenti, var profetur og fór harðliga fram móti dýrkanini av teim gomlu gudunum, t.d. Baal. Hann kravdi, at ísraelsmenn bara dýrkaðu tann eina sanna Gud, Jehova. Í Kongabókini verður greitt frá, at Elia fór livandi til himmals.

Elia profetur er ofta lýstur við einum ravni. Í einum óvanliga drúgvum turki beyð Guð Elia at fara til áarløk eystan fyri Jórdanánna. Og "Hvønn morgun komu ravnarnir við breyði til hansara og hvørt kvøld við kjøti; og hann drakk úr ánni".