Díðrikur í Kárastovu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
18 fuglar

Díðrikur í Kárastovu róptur Díðrikur á Skarvanesi (25. juli 1802 - 8. oktober 1865 á Dímun) var málari og hevur gjørt elstu myndirnar, vit vita um í Føroyum.

Forngrípasavnið hevur nakrar tekningar, ið eru væl eldri. T.d. tekning av Havnini frá 1709 og útróðrarmaður og bátur frá uml. 1791. Málningar eru eisini gjørdir í 18. øld av Havnini, tó ikki av føroyingum, men av fólki, sum hava búð her. Hesi koma helst ikki undir føroyska myndlist.