Cornwall

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Cornwall
(Kornbretland)
Kernow
Flag of Cornwall.svg
Motto: Onen hag oll (corniskt)
(føroyskt: "Ein og øll")
UK Cornwall.svg
Støða (Status) Enskt Greivadømi
(Ceremonial county)
Vídd: 3,563 km²
Íbúgvar (2012): 540.178 (uml.)
fyri km²: 152/km²
Mál: Enskt

Cornwall (fornnorrønt Kornbretland) (corniskt: Kernow) er eitt greivadømi (county) ytst á suðurvestur horninum av Onglandi. Longst í útsynning liggja Scillyoyggjarnar har ið føroyingar stundum hava luttikið í kappróðri.

Siðsøguliga var Cornwall eitt keltiskt (bretskt) øki, skilt frá Onglandi, men síðan 10'du øld, hevur landið verið ein partur av Onglandi. Cornisk serkenni, sum t.d. talumálið, byrjaðu at vikna í 13'du øld og í 18'du øld doyði málið út. Í 20'du øld fóru áhugafólk undir at endurreisa talumálið og eisini er eitt vaksandi ynski um at fáa størri lokalpolitiskt sjálvræði, innanfyri bretska kongsveldið, í Cornwall.