Carl Barks
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Carl Barks (f. 27. mars 1901 – d. 25. august 2000) var teknari í 20 ár. Barks tók Dunnald, sum í teknifilmunum bert var eitt fjaðurklætt illsinnisvætti, og gjørdi hann so við og við fjøltáttaðan og menniskjansligan. Tá tað ikki var nóg mikið, skapaði hann ein skara av persónligheitum runt um Dunnald og gav teimum sín egna bý at búleikast í (Dunnuvík). Lívssterkir eykapersónar blivu eitt av hansara vørumerkjum. Hann var úr Oregon í USA (andaðist í 2000).