Dunnaldur Dunna
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Carl Barks (føddur 27. mars 1901 í Merrill, Oregon – deyður 25. august 2000 í Grants Pass, Oregon) í 1994 í Finnlandi.
Dunnaldur Dunna (enskt Donald Fauntleroy Duck) er ein víðagitin teknifilmsrøð og teknirøð. Millumnavnið hjá Dunnaldi Dunnu er Fountleroy. Tað er tó ikki umsett til føroyskt.
Hóast tað var Walt Disney, sum uppfann høvuðspersónin og átti rættindini til hann, so vóru tað fyrst og fremst Carl Barks og Alfred Taliaferro, sum gjørdu hann kendan. Nakrar av søgunum hjá Alfred Taliaferro hava verið at sæð í Barnablaðnum, miðan einar 90 søgur hjá Carl Barks eru at lesa í 18 skreytheftum við felagsheitinum Carl Barks savnið.