Blái Krossur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, hvørs limir hava valt fullkomið fráhald til tess at vísa virðing og samanhald móti teimum, ið hava verið og/ella eru misnýtarar av rúsandi løgi. Upprunan til Bláa Kross finna vit í Sveis, har presturin Louis Lucien Rochat, eftir at hava hitt mong, ið vóru bundin av rúsdrekka, kendi seg kallaðan at byrja eitt hjálpararbeiði millum misnýtarar í 1877. Í dag er blákrossarbeiði í fleiri enn 50 londum, serliga í Evropa og í Afrika.

Blái Krossur byrjaði arbeiði sítt í Føroyum 18. november í 1904. Blái Krossur Føroya, sum er ein grein av Altjóða Blákrossarbeiðinum, virkar út frá fólkakirkjunnar evengeliska-lutherska grundarlagi, har dentur verður lagdur á gleðiboðskapin um Guds kærleika til okkum menniskju, ta kristnu siðalæruna og skyldu okkara at elska hvønn annan, og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.

Flestu limir eru knýttir at staðbundnum blákrossfeløgum kring landið, har skipað verður fyri fundum og øðrum tilboðum um kristnan felagsskap í rúsfríum umhvørvi. Umframt tað fyribyrgjandi arbeiðið, við m.a. verkætlanini Børn í vanda, eigur og rekur Blái Krossur Føroya viðgerðarstovnin Blákrossheimið, Kafé Blákrossstovuna, 3 búfelagsskapir og Blákrossbúðina. Tað eru umleið 20 lønt og 100 ólønt starvsfólk í felagsskapinum.

Blái Krossur hevur til endamáls, við Guds og hansara orðs hjálp:

  • at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum.
  • at fyribyrgja at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni.
  • at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi.
  • at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]