Bill Gates

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bill Gates á World Economic Forum í Sveis í 2007.

William Henry "Bill" Gates III (føddur 28. oktober 1955 í Seattle, Washington) er heimsins ríkasti persónur. Tó at hann ikki longur er stjóri í Microsoft, eigur hann einar 40 milliardir dollarar, sum hann brúkar til vælgerandi endamál í The Melinda og Bill Gates Foundation. Gates byrjaði á Harvard í Massachusetts í 1973, har hann kom at búgva á gongd saman núverandi Microsoft forstjóra Steve Ballmer. Men Gates gavst, fyri heldur at arbeiða fulla tíð við Microsoft, sum hann hevði stovnað saman við barndómsvininum Paul Allen.

Eftir áratíggir í fremstu røð fer Gates frá Microsoft, sum skal tillaga seg eini tíð, har telduverðin er undir stórum broytingum, og har teldurisin er í stórari kapping við eitt nú Google og Apple MacIntosh. Tríggir persónar skulu røkja størvini, sum Bill Gates hevur havt. Ray Ozzie verður leiðandi software arkitektur, Craig Mundie skal leiða gransking og strategi, meðan Steve Balmer verður forstjóri í Microsoft, sum hevur høvuðssæti í Redmond í statinum Washington í USA. Bill Gates heldur tó fram sum nevndarformaður og størsti partaeigari í Microsoft. Gates, sum er ein av heimsins ríkastu monnum fer frameftir at brúka alla sína tíð til vælgerandi endamál gjøgnum »Bill and Melinda Gates Foundation«, sum hann hevur stovnað saman við konu síni Melinda Gates.

Bert 2,6 % av teim 21.500 starvsfólkunum og bert 1,6 % av leiðarunum hjá Microsoft eru amerikanarar av afrikanskum uppruna. Hetta hevur lopið øði í nógvar amerikanarar. Bill Gates er tiltikin í Amerika, m.a. tí at hann letur 100-tals miljónir dollarar um árið til útbúgvingarendamál, so børn av minniluta-uppruna í USA skulu fáa lestrarstuðul til betri útbúgving. USA er annars kent fyri, at almennir stovnar og flestu fyritøkur hava fingið álagt við lóg av seta fólk av ymsum uppruna í starv eftir kvotum. Sostatt skulu eini 12 % av starvsfólkum vera svørt, tí tey svørtu umboða 12 % av amerikanska fólkinum.

Bill Gates er framvegis tann ríkasti í heiminum í 2009. Stovnarin av stóra telduritbúnaðar-samtakinum Microsoft, er frammanfyri pengaíleggjaran Warren Buffet, sambært listanum hjá Forbes Magazine. Virðini hjá Gates minkaðu í 2008 við umleið 100 milliónum krónum, men hann líður onga neyð, tí hann hevur framvegis 40 milliardir dollarar at ráða yvir. Hetta svarar til umleið 230 milliardir krónur.

Gates hevur í 14 ár átt heiðurin, at vera heimsin ríkasti maður. Hann býr nú í Seattle, Washington. Kona hansara er Melinda Gates, og tey eiga trý børn: Jennifer Katharine Gates (f.1996), Rory John Gates (f.1999) og Phoebe Adele Gates (f.2002).

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið