Jump to content

Barnablaðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Barnablaðið er eitt føroyskt tíðarrit fyri børn. Nógvar kendar søgur hava verið í blaðnum, m.a. teknirøðirnar Baldrian og Dunnaldur Dunna.

Fyrsta Barnablaðið kom út til jóla í 1928. Síðan kom tað regluliga út í trý ár, men so góvu blaðstjórarnir skarvin yvir, og í desember 1931 kom seinasta blaðið í hesum umfari. Tað vóru lærarar úr Suðuroy, ið stóðu fyri blaðnum, og Føroya Lærarafelag gav út. Í blaðstjórnini vóru fyrst Samuel Jacob Sesanus Olsen og Sámal Johansen, men í september í 1930 kom Martin Joensen fyri Sámal Johansen. Barnablaðið skiftir navn í 1980 hetta árið. Nú eitur tað: Barna- og ungdómsblaðið. Blaðið skiftir síðan navn í 1983 til Barnablaðið. Eftir summarfrítíðina í 1998 skiftir blaðið navn til Strok & Snirr. So er aftur umskifti á skránni. Hóast hugskotið við Strok & Snirr blaðnum at venda fekk góða undirtøku millum lesararnar, og blaðið neyvan hevur havt størri haldaraskara enn hesi árini, ásannaði blaðstjórnin, at meira fekst burtur úr við bara einum blaði. Nú eitur blaðið Strok, tað er 44 blaðsíður og kemur út 8 ferðir um árið.[1]

Blaðstjórn

[rætta | rætta wikitekst]
  1. https://web.archive.org/web/20131109232326/http://www.strok.fo/S%C3%B8gan.aspx?ID=676
  2. http://snar.fo/alfroei/alfroei/rithoevundar/olsen-jacob-ur-sandavagi/ Archived 2012-07-14 at Archive.today Føroyski Undirvísingarportalurin Snar.
  3. "Strok.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-09. https://web.archive.org/web/20131109232326/http://www.strok.fo/S%C3%B8gan.aspx?ID=676. Heintað 2013-03-03. 
  4. Rit.fo
  5. Bfl.fo Archived 2015-09-27 at the Wayback Machine Beinta Johannessen
  • Jacobsen, M. A.: Barnablaðið. Í: Varðin, bd. 10, 1930

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]