Asiatiskur fílur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Asiatiskur fílur
Asian elephant - melbourne zoo.jpg
Varðveitingarstøða
Status iucn3.1 EN.svg
Endangered
Varðveitingarstøða
Hótt
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Proboscidea
Ætt: Elephantidae
Slekt: Elephas
Linnaeus, 1758
Slag: E. maximus

Asiatiskur fílur ella asiatiskur elefantur (latín: Elephas maximus) , er eitt súgdjór ið eisini ofta verður rópt indiskur fílur.

Útsjónd[rætta | rætta wikitekst]

Asiatiskur fílur er nakað minni enn Afrikanskur fílur, vigar upp til 5 tons, og er eyðkendur við at hava væl smærri oyru enn Afrikanski fílurin. Tað eru bert kallfílarnir ið hava stórar høggtenn (vígtenn) men hjá summum vanta tær. Kvennfílarnir hava so smáar høggtenn at tær valla síggjast.

Útbreiðsla[rætta | rætta wikitekst]

Útbreiðsluøki í dag.

Einaferð strekti útbreiðsluøkið seg so langt vestur sum til Irak og Sýria og heilt eystur til Ta gulu ánna í Kina. Í dag er útbreiðslan avmarkað til 13 lond frá India í vestri til Borneo í eystri: Bangladesj, India, Sri Lanka, Indo-Kina, partar av Nepal og Indonesia (serliga Borneo), Vjetnam, Teiland, Kambodia, Laos, Burma, Kina, Butan og Sumatra.

Árin av mannaávum[rætta | rætta wikitekst]

Samlaði stovnurin verður mettur til millum 35.000 og 50.000 kríatúr. Eldri metingar vísa at stovnurin í byrjanini av 20’du øld taldi uml. 100.000 villini fílar. Asiatiski fílurin er í dag hart kroystur av fólkavøkstri ið hevur við sær økt krav um landbúnaðarjørð. Ferðavinnan elvir eisini til trýst á fílastovnin. Í Tailandi roknar man við at uml. 100 fílakálvar verða tiknir ólógliga um árið, við tí endamáli at vísa teir fram fyri ferðafólki ið sleppa at fóðra teir. Hetta verður gjørd móti einum stovni ið einans telur uml. 5.000 fílar. Ofta verður mamman, og stundum alt fílafylgið sum tað er, dripið undir rakstrinum eftir hesum eina fílakálvi.

Undirsløg[rætta | rætta wikitekst]

Fýra undirsløg finnast:

(Elephas maximus indicus Cuvier, 1798)
(E. m. maximus Linnaeus, 1758)
(E. m. sumatranus Temminck, 1847)
(E. m. borneensis Deraniyagala, 1950)

Leinki úteftir[rætta | rætta wikitekst]