Andrasarmessa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Andrasarmessa er 30. november. Tað er minningardagur fyri lærusveininum Andriasi í Nýggja Testamenti, sum sambært frásagnum fór sum ápostul til Grikkalands og Svartahavsleiðirnar. Hann varð krossfestur á krossi, ið varð festur saman á skák, og ein tílíkur krossur kallast Andrasarkrossur. Á Kirkjubøstólunum er Andras avmyndaður við tílíkum krossi. Hann hevur verið høgt mettur sum halgimenni í Russlandi, og minningardagur hansara hevur eftir øllum at døma eisini verið hildin í Føroyum.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið