Anastacia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Anastacia

Anastacia (føðinavn: Anastacia Lyn Newkirk) (fødd í Chicago, 17. september 1968)[1] er ein amerikonsk songkvinna og sangskrivari. Hon hevur selt yvir 20 milliónir fløvur síðan hon gav fyrstu fløvu sína, Not that kind, út í 2000. Hon er fødd í Chicago og vaksin upp í New York. Hon skrivaði tann almenna HM-sangin Boom til HM í fótbólti 2002 í Korea/Japan. Hon framførdi sangin beint áðrenn finaluna millum Brasilia og Týskland í Yokohama. Í 2003 fekk Anastacia staðfest bróstkrabba, og síðan hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at økja um kunnleikan til bróstkrabba hjá ungum kvinnum, m.a. við at seta á stovn Anastacia Fund. Meðan hon var í stráluviðgerð fyri krabbamein skrivaði hon sangirnir, sum hon gav út í síni triðju fløvu, sum eitur Anastacia, hon kom út í 2004 og inniheldur m.a. sangirnir Left Outside Alone, Sick and Tired, Heavy on my Heart og Welcome to my Truth.

Innihaldsyvirlit

Útgávur [rætta]

  • 2000 - Not That Kind
  • 2001 - Freak of Nature
  • 2004 - Anastacia
  • 2005 - Pieces of a Dream
  • 2008 - Heavy Rotation

Filmar [rætta]

Ár Filmur/Sjónvarp Leiklutur Viðmerkingar
2001 Ally McBeal Spældi seg sjálva Partar: The Getaway og Queen Bee
2002 I Love the 1980s Hon sjálv
2009 X Factor Hon sjálv Gestadómari
2011 All You Can Dream Anastacia post-production

Keldur [rætta]

  1. VG: Anastacia: - Jeg har løyet på alderen

Slóðir [rætta]