Altjóða barnarættindadagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Altjóða barnarættindadagur er 20. november. Í 1989 samtykti aðalfundurin hjá ST altjóða sáttmálan um barnarættindi. Barnarættindasáttmálin kom í gildi á heysti í 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann. Tann 9. apríl í 1992 staðfestu Føroyar altjóða barnarættindasáttmálan. Sáttmálin skal verja øll børn fyri órættvísi, fátækradømi og neyð og geva øllum børnum møguleikar at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív teirra. Eisini skal hann gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóða samfelag, sum ikki bara børn, men øll mannaættin eigur rættin til. Hóast Føroyar fyri 19 árum síðani bundu seg til at virða 41 rættindi hjá børnum, halda Føroyar ikki barnarættindasáttmálan - tað segði ST í 2011. Í niðurstøðunum og átalunum, sum ST-nevndin gjørdi í 2011 um støðuna hjá børnum í Føroyum, dumpaðu Føroyar á 8 økjum.