Akupunktur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Á myndini síggjast akupunktur nálir í hondini og undirarminum á einum persóni.
Ein "dukka" har meridianirnar og akupunktur punktini eru teknaði á.

Akupunktur er ein alternativur viðgerðarháttur, sum hevur sínar røtur í Kina og í øðrum londum í fjareystri. Tað finnast fleiri sløg av akupunkturi. Klænar nálir verða stungnar í ávís akupunktur punktir á kroppinum. Hetta verður gjørt fyri at fáa javnvág í energirenslinum í kroppinum, sum á kinesiskum málið verður rópt qi, til tess at linna um pínu ella hjálpa sjúkutekin frá kroppinum. Sambært hesum ástøði, so ganga sonevndar meridianir í kroppinum, nakrar ganga frá høvdinum niður í hondina alla armin, aðrar ganga frá høvdinum niður í fótin. Ástøðið sigur so, at orka streymar gjøgnum hesar meridianir, men at tær kunnu gerast typtar/blokkaðar av einari ella aðrari orsøk, og her er tað, at ein akupunktørur kann hjálpa við at seta nálir í nøkur ávís akupunktur punktir, alt eftir hvørji sjúkueyðkenni, ið persónurin hevur. Fleiri læknar nýta eisini nálir at viðgerða við, men ofta eru teir ikki útbúnir innan klassiskan akupunktur. Læknar nýta oftast nálirnar til pínulinnan við at stinga nálina nærindis har ið sjúklingurin hevur pínu. Í Danmark og Føroyum skal kann ein akupunktørur ikki bara fara í holt við at viðgera fólk uttan víðari. Lógin krevur, at hann ella hon hevur samband við ein lækna.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið