Ævintýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Ævintýr eru sum skaldskaparslag munnbornar søgur um vanlig folk í einum yvirnatúrligum heimi. Heitið veður nýtt um fleiri sløg av søgum, ið als ikki øll hava sama yivrnatúrliga innihald. Antti Aarne og Stith Thompson hava gjørt eina skrá yvir heimsins ævintýr. Har eru tey skift sundur í 5 høvuðsbólkar ella týpur. Sum annar munnborin skaldskapur hava ævintýrini ongan kendan høvund ella upprunaligan form. Tey kennast aftur eftir greining av søgugongd og innihaldi, og á tann hátt hava Aarne og Thompson skift tey sundur í týpur hvørja við sínum nummari og stavunum AT frammanfyri. Hesar týpur og høvuðsbólkar eru: I Djóraævintýr (AT 1-299), II Eginlig ævintýr (AT 300-1199), III Skemtiævintýr (AT 1200-1999), IV Formilævintýr (AT 2000-2399) og V Ymisk ævintýr (AT 2400.2499). Hesin seinasti bólkurin umfatar tey ævintýr, ið høvundarnir ikki fingu at hóska til hinar bólkarnar.

Í øllum vanligum brúki verður oftast hugsað um søgurnar í bólki II, tá talan er um ævintýr. Serstakliga kanska undirbólk A, ið verður kallaður Gandaævintýr (AT 300-749). Í hesum bólki eru m.a. tær væl kendu søgurnar um ein fátækan drong, ið bjargar eini prinsessu, sum trøll við níggju høvdum ella onkur onnur yvirnatúrlig vera hevur tikið; í endanum giftist drongurin við prinsessuni og verður kongur. Ella eina fátæka gentu, ið bjargar einum prinsi, sum ofta er umskaptur til okkurt andskræmiligt, og síðani giftist við honum og gerst drotning. Øll liva síðani lukkuliga.

Hóast ævintýr sum skaldskaparslag upprunaliga eru munnbornar søgur, kenna vit tey nú í tíðini best og ivaleyst bert úr ritstjórnaðum, prentaðum útgávum. Charles Perrault (1628-1703) var hin fyrsti at geva út eitt savn við søgum, ið eru ritstjórnað ævintýr. Bókin kom í 1697 og nenvdist Søgur og frásagnir úr farnum tíðum við undirheitinum "Gásamóðir sigur frá" (Les Contes de ma Mère l’Oye). Millum søgurnar í hesum savni eru so víðagitnar søgur sum Reyðhetta, Tornarósa og Øskufía. Perrault óttaðist bókmentaliga og mentanarliga smakkin í tíðini, lagaði søgurnar til, sum honum tókti best og gav tær út í navninum á 10 ára gamla syni sínum. Bókin gjørdist ómetaliga væl umtókt og var sum frá leið týdd til flestøll fjølment evropeisk mál. Seinni fóru fólk aðrastaðni at savna og skriva upp ævintýr, og summpart við beinleiðis fyrimynd í søgunum hjá Perrault komu serliga í 19. øld fleiri kend søvn við ritstjórnaðum ævintýrum. Kendast eru ævintýrini hjá týskarunum Jacob og Wilhelm Grimm. Eisini í Norðurlondum vaks áhugin, og millum kendastu útgávur eru tær hjá Ewald Tang Christensen í Danmark, Asbjørnsen og Moe í Noreg, og Jóni Árnasyni í Íslandi.

Í Føroyum tók Jakob Jakobsen tráðin upp, og í árunum 1898-1901 gav hann út savn sítt við føroyskum sagnum og ævintýrum. Eisini hann ritstjórnaði søgurnar, sum hann savnaði, so vit kunnu siga, at soleiðis sum vit lesa tær hjá honum, hava tær ikki verið sagdar honum. Hansara ritstjórnan er mest av málsligum slag. Hann flytur munnliga frásøgn í skrift við teimum tillagingum, ið tá eru neyðugar, og hartil reinsar hann frásøgnina fyri útlendskan málburð. Mangt bendir á, at ævintýr valla eru gamal skaldskapur í Føroyum. Tað tykist, sum tey eru komin í munnliga frásøgn í Føroyum eftir fólksligum, einahelst donskum útgávum. Men sum væntandi er í munnligari søgulist, hava fólk lagað tey til so við og við, so tey ofta hava føroyskan dám í mongum lutum. Summi teirra eru tó ivaleyst gomul í Føroyum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]