Jump to content

Kinesiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Kinesiskt)

Kinesiskt mál ella kinverskt (kinesiskt; 汉语/漢語, Hànyǔ, 中文 ella Zhōngwén) er í grundini fleiri skyld mál, har mandarinskt, sum er móðurmál hjá um 875.000.000 fólkum, er tað størsta, og tað er eisini standardmál í Kina. Kinesisk mál eru móðurmál hjá meira enn 1.200.000.000 fólkum, harav meginparturin býr í Kina og um 22.000.000 í Teivan. Í kinverska teknmálinum eru mong túsund tekn. Hvørt tekn er orð ella hugtak og ikki ljóð sum í okkara skriftmáli.

Kinesiskt er størsta málið í Fólkalýðveldi Kina. Harumframt er kinesiskt høvuðsmálið í Lýðveldið Kina, Hongkong, Makao og Singapor.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið