Yellow Submarine (LP)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Yellow Submarine er tann tíggjunda LP-plátan hjá bretska rokk tónleikabólkinum The Beatles, hon kom út í januar 1969. Plátan inniheldur filmstónleik til animatiónsfilmin Yellow Submarine. Plátan er tvídeild við popp-tónleiki og rokk frá The Beatles á síðu 1 og við klassiskum orkestur tónleiki av George Martin á síðu 2.

Í 1966 varð avtala gjørd um at ein teknifilmur skuldi gerast við Beatlunum sum høvuðsleikarum. Filmurin skuldi byggja á Beatles sangir, sum longu vóru útkomnir og á nýskrivaðar. Beatlarnir vóru ikki serliga heitir fyri hesum hugskoti, tí teir høvdu áður verið við í teknifilmum gjørdir fyri amerikanskt sjónvarp í 1965, og dámdu als ikki teir filmarnar. Hugurin gjørdist tó betri, tá ið teir sóu, hvussu góður Yellow Submarine filmurin varð.

Filmurin var frumsýndur í juni 1968, men tað tók meiri enn eitt hálvt ár, áðrenn plátan við filsmløgunum kom út, og tað er, saman við sannroyndini at produsarin George Martin átti helvtina av løgunum, ein høvuðsorsøk til, at plátan fekk heldur lunkaða móttøku og gjørdist einasta LP The Beatles góvu út í Bretlandi, sum ikki kom ovast á hittlistan.

Allir sangirnir eru skrivaðir av Lennon/McCartney um einki annað er viðmerkt.

Síða A:

Síða B: