Jump to content

Yayoi Kusama

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Yayoi Kusama
Mynd:Yayoi Kusama signing.jpg
Yayoi Kusama
Fødd(ur) Yayoi Kusama
(1929-03-22) 22. mars 1929 (aldur 95)
Matsumoto, Nagano, Japan
Tjóðskapur Japonsk
Kend(ur) fyri Máling, tekning, skulpturur, installatiónslist, performance art, filmur, fiktión, móti, rithøvundur
Rørsla Pop art, minimalisma, feministisk list, umhvørvislist
Virðislønir Praemium Imperiale
Heimasíða
http://www.yayoi-kusama.jp

Yayoi Kusama (草間 彌生 ella 弥生 Kusama Yayoi?, fødd 22. mars 1929) er ein japonsk listakvinna og rithøvundur. Gjøgnum sína lívsleið hevur hon arbeitt við einari breiðari variatión av evnum og miðlum, eitt nú máling, collage, scat skulptur, performancelist og umhvørvisinstallatiónir, tey flestu av hesum vísa hennara tematiska áhuga fyri psykedeliskum litum, repetitión og mynstur. Kusama hevur verið ein undangongukvinna innanfyri pop art, minialismu og feministiska list rørslurnar, og hevur givið íblástur til samtíðarlistafólk sum til dømis Andy Warhol og Claes Oldenburg.[1] Sjálvt um hon meira ella minni bleiv gloymd, eftir at hon flutti av listapallinum í New York í byrjanini av 1970'unum, so er hon viðurkend sum ein av mest týðandi livandi listafólkunum úr Japan, og ein týðandi rødd frá avantgarde.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Tey fyrstu árini í Japan: 1950–1956

[rætta | rætta wikitekst]

Umleið 1950 málaði Kusama abstrakt skap í vatnlitum, gouache og olju, primert á pappír. Hon fór í holt við at myndprýða stórar yvirflatur (veggir, gólv, kanvas og seinni, húsarhaldsting og nakin hjálparfólk) við polkaprikkum, ið gjørdist eitt vørumerki fyri hennara arbeiði. Tey stóru økini við polkaprikkum, ella "óendeligar nótir," sum hon sjálv nevndi tey, vóru tikin beinleiðis úr hennara sansahvørvingum. Tað fyrsta verkið, ið man veit um, har hon hevur brúkt hesir prikkar, var ein tekning frá 1939, tá hon bert var 10-ára gomul, sum vísir myndina av einari japanskari kvinnu í einum kimono, møguliga av mammu hennara, og er tildekkað og útviskað av prikkum.[2] Fyrsta røð hennara av verkum í stórum støddum, onkuntíð størri enn 30 føtur-langt kanvas málningur,[3] Óendeligar nótir, var fullkomiliga tildekkað í einari sekvens av nótum og prikkum, ið førdu tankarnar móti sjónum frá sansahvørvingum. Í byrjanini av 1960'unum, fór hon í holt við at mála ting ið hevja seg uppfrá, skógvar og stólar við hvítum falliskum lutum.[4]

New York City: 1957–1972

[rætta | rætta wikitekst]

Eftir at hava búð í Tokyo og Fraklandi, flutti Kusama úr Japan til USA sum 27 ára gomul. Í 1957 flutti hon til Seattle, har hon hevði eina framsýning við málningum í Zoe Dusanne Gallerínum.[5] Hon búði har í eitt ár[6] áðren hon flutti til New York City, eftir eitt brævasamskifti við Georgia O'Keeffe har hon vísti áhuga fyri at gerast meira sjónlig í býarlívinum har, og bað um ráðgeving frá O'Keeffe.[7] Undir tíð síni í USA gekk ikki long tíð, áðrenn hon gjørdist kend sum ein av leiðandi persónunum innan Avantgarde listarørsluni. Í 1961 flutti hon sítt studio inn í sama bygning sum Donald Judd og myndahøggarin Eva Hesse; Hesse gjørdist ein góð vinkona.[8] Tey næstu árini var hon sera produktiv, og í 1966 eksperimenteraði hon við støddini á einum rúmi, fríttstandandi installatiónum, ið brúktu spegil, ljós og tónleik. Hon sá Judd og Joseph Cornell sum vinir og stuðlar sínar. Men hon vann ikki nakað økonomiskt yvirskot frá sínum arbeiði. Hetta tíðarskeiðið var hon ofta innløgd á sjúkrahúsi orsakað av at hon arbeiddi ov nógv, og O'Keeffe fekk sítt egna sølufólk, Edith Herbert, til at keypa fleiri av verkunum hjá Kusama, fyri at hjálpa henni fíggjarliga, so hon ikki kom illa fyri peningaliga.[9]

  1. Kate Deimling (16. maj 2012), Kusama Writes of Hunger, Grudges, and Necking With Joseph Cornell in Her Odd Autobiography Archived 2013-11-06 at the Wayback Machine, BLOUINARTINFO Frankrig.
  2. Yayoi Kusama, 18. november 1998 – 8. januar 1999 Archived 2012-03-04 at the Wayback Machine Victoria Miro Gallery, London.
  3. David Pilling (January 20, 2012), The world according to Yayoi Kusama Financial Times Weekend Magazine.
  4. Yayoi Kusama MoMA Collection, New York.
  5. Zoë Dusanne: An Art Dealer Who Made a Difference, p99, by Jo Ann Ridley; Fithian Press, 2011
  6. Holland Cotter (July 12, 2012), Vivid Hallucinations From a Fragile Life - Yayoi Kusama at Whitney Museum of American Art New York Times.
  7. Liu, Belin (February 26, 2009), Yayoi Kusama, Bitch magazine, retrieved November 30, 2010 
  8. "Yayoi Kusama Art - 100+ Works, Bio, News | Artsy". https://www.artsy.net/artist/yayoi-kusama. 
  9. Yayoi Kusama Timeline Queensland Art Gallery, Brisbane.