Jump to content

Wikipedia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Búmerki hjá Wikipedia
Búmerki hjá Wikipedia á føroyskum

Wikipedia er ein alfrøði við opnum innihaldi, skrivað í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrd av Wikimedia, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í oktober 2024 fevnir hon um eitt stórt evnisøki og hevur 14.119 greinar í føroysku útgávuni. Í januar 2004 vóru umleið 400 000 greinar á ymiskum málum í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200 000, vóru á enskum.

Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann 15. januar 2001. Tann føroyska útgávan byrjaði tann 20. juni 2004.

Berandi eyðkennir

[rætta | rætta wikitekst]

Tey trý eyðkennini við Wikipedia eru:

  1. Hon er, ella roynir at vera, í fyrsta lagi ein alfrøði.
  2. Hon er ein wiki, tað merkir, at øllum ber til at broyta hana.
  3. Hon er við opnum innihaldi undir GNU Free Documentation License.

Wikipedia verður stuðlað av Richard M. Stallman og Free Software Foundation.

Vandalisma

[rætta | rætta wikitekst]

Ein av avbjóðingunum hjá Wikipedia er "vandalisma" - skilt sum tápuligur ella uppøsandi broytingar í greinum.

Sarah Lane, vertur fyri "Sarah's Blog Report", sum er ein partur av sjónvarpssendingini Screen Savers, "vandaliseraði" í eini sending Wikipedia-síðuna um monkeypox í ensku Wikipedia-útgávuni. Hon skrivaði "Sarah Lane is totally cool and does not have monkeypox". Seinni skrivaði hon: "Although this excites me in its ease and simplicity, it's a little frightening. I mean, what if I had instead written 'My boss is a big fat **** and his phone number is ****'? Sure, somebody would delete it, but this calls for some seriously dedicated moderators." [1]

"Av tí at Wikipedia er ein fullkomiliga frí open source-verkætlan, dregur tað eisini ein riðil av anarkistiskum fólkum at sær," sigur Larry Sanger, ein teirra, ið stovnaði Wikipedia, við Wired News: "Tíbetur eru teir flestu brúkararnir fyrireikaðir til at virka ímóti vandalismu ... og fáa beint fyri slíkum beinleiðis, eftir at tað er byrjað".

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið