Wikipedia:QA
Appearance
Góðskutryggleiki (ella QA frá ensk. "Quality Assurance") hevur sum uppgávu at finna greinar, sum ikki lúka almenna kravið á Wikipedia og í besta falli bøta um vantandi góðsku.
Uppgávur
[rætta wikitekst]Finna greinar, ið
- ikki eru orðaðar á ein væl skiljandi hátt
- ikki hava almenna Wikipedia-formin
- innihalda skeivar upplýsingar
Aðrar uppgávur eru at
- innseta myndir, har tað er tørvur á teimum, so sum í eini lívssøgu (biografi)
- merkja stuttar greinir við {{stubbi}}, eru tær sera stuttar
- bøta um greinir, sum eru merktar av øðrum
Amboð
[rætta wikitekst]Fyri at merkja eina grein, sum ikki lýkur øll góðskukrøvini, skriva so {{QA}} ovast í greinini. Er ivi um, hvat er galið við greinini, skriva so eina lítla viðmerking í kjakrúminum hjá tí greinini. Greinar, ið eru merktar, kunnu finnast í bólkinum Góðskuumsjón neyðug.