Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/mai 2020

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nýsæland
Nýsæland

Nýsæland (enskt: New Zealand; maoriskt: Aotearoa), er eitt stórt land í Oseania. Landið er um 1600 km í ein landsynning úr Avstralia.

Nýsæland er mest sum bara tvær stórar oyggjar – Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Wellington er høvuðsstaður, og størsta ídnaðarøkið er í Auckland, sum liggur í norðara parti landinum.

Um leið 5 milliónir fólk búgva í Nýsælandi; nógv minni enn í New York ella London. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroynni, flestu teirra í býum. Umframt Wellington og Auckland eru aðrir stórir býir Christchurch, Hamilton, Dunedin og Palmertson North.

Nýsæland gjørdist bretskt hjáland í 1820. Waitanisáttmálin í 1849 tryggjaði bretum valdið á oynni. Í 1907 fekk Nýsæland støðu sum ríki, og í 1947 fekk tað fullveldi. Í Nýsælandi eru 20 ferðir so nógvir seyðir sum fólk.

Søga

Aoraki, ella Mount Cook, er hægsta fjallið í Nýsælandi.

Um 1280 sigldu nakrir polynesar mangar hundrað fjórðingar í opnum bátum og búsettu seg á báðum teimum stóru oyggjunum í Nýsælandi, Norðuroynni og Suðuroynni. Við sær høvdu teir plantur, sum teir høvdu dyrkað, har teir búðu frammanundan til dømis søtepli, jamsrót, taro og grasker. Bara søteplini vuksu, men í Nýsælandi funnu teir annað etandi, til dømis moafuglin, skeljar og átuligar trøllakampar. Hildið verður, at fólkið í Suðuroynni livdi sum útróðrarmenn og savnarar, til bretski rannsóknarfarin James Cook kom hagar í 1769. Í Norðuroynni bar væl til at velta epli, men hvørt ár kom spilla í grøðina, tá ið nakað leið frá. Tí gróvu maoriar stór hol niður í jørðina, so at eplini kundu goymast í jøvnum hita, so at tey ikki spiltust. Soleiðis gjørdist bøndurnir sjálvbjargnir við mati.

Evropeiskar handilsmenn komu til Nýsælands í 1790-árunum. Maoriar, sum høvdu búð har í øldir, góvu sær ikki stórvegis far um teir í fyrstuni, men um 1800 fóru teir at handla við teir. Í 1840 settu fyrstu bretarnir seg niður í Nýsælandi og grundaðu býin Wellington í einum øki, teir høvdu keypt frá maoriarum. Stóra Bretland kravdi yvirvaldsrætt yvir Nýsælandi og sendi ein landshøvding, William Hobson, kapteyn, hagar. Hann gjørdi semju við maorihøvdingarnar, nevnd Waitangiavtalan, sum vissaði teimum ognarrætt at eiga jørð og beyð teimum bretskan ríkisborgararætt. Avtalan varð ikki hildin út í æsir, og tað elvdi til kríggj. Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947. Upprunafólkið – maoriar – eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi.