Wikipedia:Mánaðargreinin/juni 2016

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Olaf Johannessen
Olaf Johannessen

Olaf Heine Johannessen (føddur 8. juli 1961 í Tórshavn) er ein føroyskur sjónleikari, sum er útbúgvin á Odense Teater Sjónleikaraskúla í 1986. Hann spælir fyrst og fremst sjónleikir í Danmark, men hevur eisini framført á palli í eitt nú Týsklandi. Harumframt hevur hann eisin spælt við í donskum sjónvarpsrøðum og filmum. Tá hann varð liðugur við útbúgvingina bleiv hann settur í starv á Aarhus Teater, har hann eitt nú spældi høvuðsleiklutin í leikinum Lykke-Peer (1988) og í Hamlet (1992). I 1994 varð hann settur í starv á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn, har hann var í føstum starvi í 10 ár. Síðan tá hevur hann starvast sum freelance sjónleikari. Í sjónvarpssamanhangi er hann eitt nú kendur fyri sín leiklut sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í Brotsgerðin III (Forbrydelsen III). Í 2013 varð vann hann eina Robert heiðursløn fyri sín hjáleiklut í Brotsgerðin, hann vann í bólkinum Ársins mannligi hjáleiklutur - sjónvarpsrøð (Årets Mandlige Birolle - tv-serie). Í 2014 vann hann virðislønina Teaterpokalen fyri at spæla leiklutin sum Eichmann í sjónleikinum Samtale før døden eftir Adam Price. Í 2015 og 2016 fekk hann donsku virðislønina Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut, í 2015 var tað fyri leiklutin í sjónleikunum Samtale før døden og Mefisto á Betty Nansen Teatret, umframt Heksejagt, ið varð framførdur á Det Kongelige Teater og í 2016 var tað fyri høvuðsleiklutin í Mefisto, ið varð framførdur á Det Kongelige Teater. Olaf Johannessen er sonur leikstjóran Eyðun Johannessen og bróðir sjónleikarinnuna Anniku Johannessen.