Jump to content

Wikipedia:Mánaðargreinin/januar 2010

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Peru
Peru

Peru er eitt land í Suðuramerika. Í suðri hevur Peru mark við Bolivia og Kili, í norðri við Ekvador og Kolumbia, í vestri við Kyrrahavið og eystri við Brasil. Peru hevur 28,6 mió. íbúgvar. Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækradømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika. Størsi býurin og høvuðsstaður er Lima.