Wikipedia:Mánaðargreinin/februar 2016

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Jóan Símun Edmundsson

Jóan Símun Edmundsson er ein føroyskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið spælir við danska Superliga-felagnum OB og føroyska fótbóltslandsliðnum. Hann byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í B68. Í desember 2009 varð hann útlæntur til enska felagið Newcastle United. Hann skrivaði undir sáttmála við felagið í juni 2010 og spældi sín fyrsta dyst fyri Newcastle í einum vinadysti móti Norwich City hin 25. juli 2010. Hin 7. januar 2011 spældi hann við Gateshead, ið lænti hann í 28 dagar. Hann spældi sín fyrsta dysti fyri Gateshead 8. januar 2011 móti Kidderminster Harriers og skoraði sítt fyrsta mál fyri Gateshead hin 15. januar 2011 í FA Trophy í einum 6–0 sigri móti Hampton & Richmond Borough. Jóan Símun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við norska felagið Viking hin 15. februar 2012. Sama árið lænti Viking hann út til danska felagið FC Fredericia. Hann spældi 8 dystir fyri Viking og 8 fyri Fredericia. Í 2014 flutti hann heimaftur til Føroya eina tíð, har hann fyrst spældi við AB og síðan við HB. Eftir tað skrivaði hann undir ein 2-ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, ið tá spældi í næstbestu deildini í Danmark, 1. deild. Hin 14. november 2014 skapti hann stórtíðindi og yvirskriftir um alt Evropa og kring heimin, tá ið hann skeyt bóltin í málið á útivølli í kvalifiseringsdysti móti Grikkalandi á Karaiskakis Stadion í Pireus. Føroyar vunnu dystin 1-0. Hin 28. november 2015 skoraði hann eitt mál, ið ítróttaviðmerkjarar hjá sjónvarpsrásini TV3+ nevndu aldarinnar mál og samanbóru hann við Lionel Messi, George Best and Diego Maradona. Í desember 2015 vann hann kappingina hjá TV3+ um Ársins mál í kapping móti eitt nú Neymar og Messi. Í januar 2016 skrivaði hann undir ein 2½ ára sáttmála við danska Superligafelagið OB.

Les meir um Jóan Símun EdmundssonSavn