Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2016
Suni úr Hørg (føddur 24. desember 1982 í Sumba) er ein føroyskur timburmaður og fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari til hann var úti fyri einari sera álvarsamari arbeiðsvanlukku 28. mars 2014. Hann spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy tey seinastu árini av fótbóltslívsleiðini. Hann var eisini partur av hópinum í 2014, men náddi ikki at spæla nakran dyst tað árið, tí tann 28. mars var hann úti fyri einari sera álvarsligari arbeiðsvanlukku í Havn, har hann arbeiddi sum hondverkari. Hann datt niður ígjøgnum taki á bygninginum, ið hann og aðrir umvældu, hann datt uttan at hava koyrt trygdarlínuna á, ið annars var eitt krav og sum hann plagdi at hava á. Hann skuldi bara líka orðan okkurt smáting. Fallið var sambært Suna á 9,70 metrar og hann datt niður á betonggólv. Hann segði í sjónvarpssendingini Viljin til lívið, ið snúði seg um hann og tveir aðrir ungir føroyingar, at hann hugsaði tá, at hetta var tað, hetta var endin. Hann náddi at taka armarnar fyri andlitið og so misti hann vitið. Suni vaknaði upp aftur í einari sjúkrahússong í Reykjavík, hagar hann varð sendur við flogfari. Hann hevði brotið seg sundur og lá innlagdur longi, men er so við og við komin nøkulunda fyri seg aftur, tó hevur hann mist stóran part av sjónini. Hann klárar seg tó sjálvur, býr fyri seg sjálvan og gongur runt við blindastavi. Hann hevur verið á blindastovni í Danmark, har hann hevur lært at klára seg í gerandisdegnum. Minni enn eitt ár eftir vanlukkuna fór Suni til arbeiðis aftur hjá Búsetri. Hann kom fyrst í arbeiðsroynd, ið fyribils var 20 tímar um vikuna. Og 1. apríl 2016 varð hann settur í fast starv sum timburmaður og sær ljóst uppá framtíðina.