Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2010
Merkið er føroyska flaggið. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki.