Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2009
Appearance
Sálomonstemplið (hebraiskt: בית המקדש) var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum. Dávid ætlaði sær at byggja templið, men fekk ikki lov til tað kortini. Hetta er eisini orsøkin til, at Dávid síðani handar Sálomon fyrimyndina til templið – henda fyrimyndin, sum Móses fekk 480 ár undan. Sambært bíbilsku keldunum er arkitekturin til templið sjálvur Gud.