Jump to content

Hebraiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Hebraiskt (mál))
Hebraiskt
(עברית Ivrit)
Tosað í: Sum móðurmál í
Ísrael (5.300.000) (2009),
sum nr. tvey mál í :
Palestina (500.000.-1.000.000), USA (200.000),
(Átrúnaðarligt mál hjá jødum kring alla verøld).
Tosandi íalt: uml. 9.000.000 (2009)

Útdeytt sum talumál í 4. øld, afturlívgað í 1880'unum
Málætt: Afro-Asiatiskt

  semitiskt
    miðsemitiskt
     útnyrðingssemitiskt
      kánanskt
       hebraiskt.

Málkotur
ISO 639-1: he
ISO 639-2: heb
ISO 639-3: heb

.

Hebraiskt

Hebraiskt (hebraiskt עִבְרִית Ivrit) er eitt Semitiskt mál úr Afro-Asiatisku málættini. Mentanarliga er tað mett at vera "málið hjá jødunum", men onnur jødisk mál, so sum Jiddisj og Ladino finnast í jødisku diasporuni, og hebraiska málið verður eisini nýtt av ikki-jødum, so sum samáriabúgvum. Hebraiskt er móðurmál hjá góðum 6 500 000 fólkum, harav um 5 300 000 í Ísrael og um 200 000 í USA. Ikki beinleiðis eftirkomari eftir klassiskum hebraiskum ella bíbliuhebraiskum. Meginparturin av Gamla Testamenti er skrivaður á klassiskum hebraiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá jødum og samáriabúgvum.

Hebraiska stavraðið

[rætta | rætta wikitekst]
Hebraiska stavraðið (Alefbet Ivri)
Bókstavur Navn Umstavað til
(Ljóðvirði)
א Alef stumt (a)
ב Bet b/v
ג Gimel g
ד Dalet d
ה He h
ו Vav v
ז Tzayin ts (z)
ח Chet ch ( = týskt ‘ch’)
ט Tet t
י Jod i/j
כ Kaf k/kh
ך Khaf kh (enda-k)
ל Lamed l
מ Mem m
ם Mem m (enda-m)
נ Nun n
ן Nun n (enda-n)
ס Samekh s
ע Ayin stumt (a/e)
פ Peh p/f
ף Feh f (enda-p)
צ Tsadeh ts (z)
ץ Tsadeh ts (z) (enda-z)
ק Qof q
ר Resh r
ש Shin s/sj
ת Tav t


Shin og sin

Shin og sin eru sami bókstavur, ש, men ímynda tvey ymisk fonem. Teir eru ikki sínámillum allofoniskir. Tá ið diakritisk sjálvljóðstekn verða nýtt, verða hesi bæði fonem sundurgreinað við einum shin-prikki ella sin-prikki; shin-prikkurin er omanfyri høgra horn á bókstavinum, og sin-prikkurin omanfyri vinstra horn á bókstavinum.

Tekin (Sýmbol) Navn Umstaving IPA Dømi
שֹ ( vinstra prikkur) sin s /s/ sum
שׁ (høgra prikkur) shin sh/sj /ʃ/ sjóð

Sjálvljóð (vokalir)
Upprunaliga hevði hebraiskt skriftmál ikki sjálvljóð, men seinni, onkuntíð eftir ár 200 e.kr. vóru sjálvljóð løgd aftrat við at seta prikkar ella strikur omanfyri, ímillum ella niðanfyri hjáljóðini (konsonantarnar), tann sokallaða niqqud-skipanin. Prikkar verða tó oftast ikki brúktir uttan í barnabókum, bønarbókum, fremmandaorðum og orðum við tvítýddari úttalu. Ísraelskt-hebraiskt hevur fimm sjálvljóð (i e a o u) men væl fleiri bókstavir at lýsa tey.

Hebraisku sjálvljóðini (vokalirnar)
Sjálvljóð Navn Umstavað til
(Ljóðvirði)
Hiriq i
Tzeire e
Segol e
Patach a
Qamatz a/o
Holam haser o
וֹ Holam male o
Shuruk u
Kubutz u

Nota 1: Sýmbolið "O" umboðar einhvønn hebraiskan bókstav (hjáljóð).
Nota 2: Úttalan av zeire og viðhvørt segol - við ella uttan bókstavin jod - er viðhvørt ei í nýmótans hebraiskum. Hetta er ikki rætt í tí normativu úttaluni og ikki í samsvar við tosaða málið}}
Nota 3: Dagesh, mappiq, og shuruk hava ymsar funktiónir, sjálvt um tey líkjast av útsjónd.
Nota 4: Bókstavurin ו (vav) er brúktur tí at hatta kann bara verða ímyndað av honum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Fleiri upplýsingar

[rætta | rætta wikitekst]