Jump to content

Samáriabúgvar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Yitzhaq ben Amram ben Shalma ben Tabia, høvuðsprestur Samáriabúgva, Nablus, uml. 1920.
Hin miskunnsami Samáriubúgvin; Lukas 10, 25-35

Samáriabúgvar, eisini samaritanar, rættari lógartrúgvir/tey lógartrúgvu*, (hebraiskt: שומרונים shomronim, arabiskt: السامريون as-Sāmariyyūn) eru ein ethnoreligiøsur bólkur í Miðeystri. Átrúnarliga fylgja tey samárisku trúarlæruni, sum er ein ábrahamsk trúgv nær skyld við jødadóm. Trúgvin er grundað á samárisku Torahina (samárisku útgávuna av teim 5 Mósebókunum), og samáriabúgvar pástanda, at teirra trúarlæra er tann rætta frumtrúgvin hjá upprunaligu ísraelitunum áðrenn útlegdina í Bábylon, varðveitt av teimum ið vóru eftir í Ísraelslandi ארץ ישראל Eretz Yisrael, mótsatt jødadómi, ið tey meta vera eina nærskylda, men broytta og umskrivaða trúgv, førd heimaftur við teim útlagnu jødununum.

Samáriabúgvar siga seg sjálvar stava frá ættunum Efraim, Manasse og Levi úr gamla Ísrael, ið hava livað í Samária síðani ísraelitar fóru í útlegd í Babylon og upp til okkara dagar. *Samáriabúgvar hava tó ikki fingið navn sítt eftir økinum Samária, men heldur frá hebraiska heitinum שַמֶרִים, Shamerim "Tey ið halda (Móse-)lógina/Tey lógartrúgvu".

Samárisk trúgv

[rætta | rætta wikitekst]

Samárisk trúgv byggir á fýra høvuðslærusetningar:

  • Ein Gud, YHWH sami Gud ið er staðfestur av hebraisku profetunum.
  • Ein profetur, Móses (Moshe ben Amram).
  • Ein heilag skrift, Torah (Móselóg), ið varð givin Mósesi av Gudi. Hetta eru tær 5 Mósebøkurnar; restin av Gamla testamenti og jødiska Talmud verða avnoktaði.
  • Ein halgistaður, Gerizim-fjall (Har Gerizim), í Samária, er heilaga fjall Ísraels Guds; ikki tempulfjallið í Jerúsalem. Sambært teimum, var tað eisini á Gerizim-fjalli at Ábraham skuldi ofra Ísak.
  • Nógvir samáriabúgvar trúgva eisini, at á endadøgunum verða tey deyðu risin upp av Taheb, einum frelsara (kanska er hesin ein messias ella profetur, summi halda hetta er Móses).
  • Samáriabúgar trúgva uppá Paradís (himmalin).
  • Samáriabúgvar hava ikki rabbinarar eins og jødar, prestarnir útleggja skriftina og varðveita traditiónirnar; skriftlærdir koma í aðru røð eftir prestarnar.
  • Tey tíggju boðini hjá samáriabúgvum bróta rættiliga frá teim tíggju boðunum hjá jødum, t.d. snýr teirra 10'da boð seg um heilagleikan hjá Gerizim-fjallinum.


Viðurskifti við høvuðsjødadómin

Samáriabúgvar hava eins og jødar eina Mezuzah festa omanfyri úthurðina, samáriabúgvar kalla seg sjálvar Bene Yisrael ("Børn Ísraels"), hetta heitið verður brúkt av øllum jødiskum trúarrætningum, fyri jødiska fólkið sum heild. Hinvegin kalla samáriabúgvar seg ikki fyri Yehudim (judear), sum er standard hebraiska heitið fyri jødar.

Jødiska Talmud sigur í Kutim-traktatini, at samáriabúgvar skulu metast sum jødar har ið teirra trúarlæra samsvarar við jødadóm, men sum ikki-jødar har ið trúarlæran brýtur frá jødadómi. Síðan 19'du øld hava jødar mett samáriabúgvar sum eina jødiska sekt og heitið 'Samáriskir jødar' hevur verið brúkt.

Sí eisini: Jødar

Útvortis ávísing

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið