Wakeoyggj
Appearance
(Ávíst frá Wake Island)
Wake Island Wakeoy | |
---|---|
Kort av oynni. | |
Landafrøði
| |
Vídd | 7.37 km²
|
Hægsta stað | Ducks Point (6 m) |
Umsiting | |
Land | USA |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 75 hermenn (2009)
|
Wakeoy (á enskum Wake Island) er koraloyggj í Mikronesia, hon er bara 7,3 km². Wake gekk áður undir navninum Halcyon Island. Hon er sum nógvar aðrar Kyrrahavsoyggjar undir USA, sum hevur hernaðarstøðir har. Hon hevur tropiskt veðurlag. Wake fevnir um oyggjarnar Wilkes Islet, Peale Islet og Wake Islet. Oyggjarnar liggja 3400 kilometrar vestanfyri Hawaiioyggjum. Wake er m.a. gitin frá Seinna heimsbardagi: Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Wake 8. desembur 1941. Hægsti blettur á oyggjunum er bert seks metrar yvir havinum, Ducks Point.
Oyggin hevur ein flogvøll, sum eitur Wake Island Airfield. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 3000 metrar til longdar.