Viktor Jusjtjenko

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jusjtjenko í 2008.

Viktor Andrijovitj Jusjtjenko (føddur 23. februar í 1954) (á ukrainskum: Ві́ктор Андрі́йович Ю́щенко, umskr. Viktor Andrijovyč Juščenko) hevur verið forseti í Ukraina síðan hann vann umvalið í kjalarvørrinum á rósukollveltingini á heysti 2004. Síðan tá hava veljararnir vent honum bakið, og hann fekk bara 5,5 pst. av atkvøðunum á forsetavalinum 2010. Flestu atkvøðurnar fingu andstøðuleiðarin Viktor Janukovitj og forsætisráðharrin Julija Tymosjenko.

Viktor Jusjtjenko hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Hann hevur áður starvast á deildum hjá sovjetbankanum í Ukraina. Í 1997 gjørdist hann stjóri í nýggja landsbankanum í Ukraina, sum varð stovnaður, eftir at Sovjetsamveldið fór sundur. Í desember 1999 útnevndi Leonid Kutjma, forseti í Ukreina, Viktor Jusjtjenko til forsætisráðharra. Tvey ár seinni noyddist hann at leggja frá sær, tá tjóðartingið reisti misálit ímóti honum í sambandi við ósmeju við stjórar í kolanáms- og gassídnaðinum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið