Vestmenn
Vestmenn er ein føroyskur tónleikabólkur úr Vestmanna, sum var nógv frammi í 1980'unum og enn er virkin til tíðir, eitt nú framførdu teir á Countryfestivalinum í Sørvági í 2014. Vestmenn góvu út Brot í 1983, har eitt nú sangurin sum byrjaði soleiðis: Eg siti so eina við bálið í kvøld - var nógv at hoyra. Hetta var country- og western-tónleikur á føroyskum máli. Sangurin Ró var eisini á hesari lp-plátuni og kasettubandinum. Tað var Ólavur Højgaard, sum var forsangari, meðan Martin Joensen sang backing-røddir. Bæði Ólavur og Martin gjørdu løgini, meðan Martin skrivaði teir flestu sangtekstirnar. Allir limirnir í bólkinum komu frá sama grannalagi í Vestmanna og vóru vinmenn. Í sjónvarpssendingini Minnist tú enn, sum Suni Merkistein stóð fyri, varð samrøða gjørd við limirnar í Vestmonnum og brot vórðu víst frá 1980'unum.
Limir í Vestmonnum
[rætta | rætta wikitekst]- Ólavur Højgaard (sangur, tónasmiður),
- Martin Joensen (bass, guitar, sangur, sangskrivari, tónasmiður),
- Jógvan í Toftum Olsen (trummur)
- Niels Olsen (harmonika, keyboards)
- Bogi Olsen (guitar, orgul)
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Brot, 1983[1]
- Kanska í dag, 1985
- Vestmenn 3, 1988