Vatur
Appearance
Vatur [ˈvɛaːtʊɹ] er kvæðaorð fyri vatn. Orðið var eitt bendingarstig av vatni í indoevropeiskum, sum er varðveitt í t.d. enskum water.
Drógu teir sínar sjódrekar
oman á saltan vatur,
tá kom maður á bergið oman:
“Kongur, veit mær far!”
CCF 14 A "Álvur kongur"
Vatur er nú eisini fyrri liður í orðinum vaturpass (eisini loddbretti, vatnbretti).