Kvæðamál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kvæðamál er heitið ið verður brúkt í orðabókum um føroysk orð, helst gomul orð, ið finnast í føroysku kvæðunum, men sum neyvan verða brúkt í talumálinum annars.

Dømi um kvæðaorð eru:

  • baldur: djarvur
  • fljóð: kvinna
  • hors: ross
  • marur: hav
  • ólivantur: fílur
  • rúnarmaður: "gandakallur" (maður, ið "rúnar", gandar við rúnum)
  • sprund: kvinna
  • vatur: vatn

Summi av hesum liva tó sum partar av samansettum orðum, t.d. marur í marbakki, marfluga, marmennil o.s.fr.