Vaðstelkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vaðstelkur
Tringa glareola 3 (Marek Szczepanek).jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Charadriiformes
Familja: Scolopacidae
Ætt: Tringa
Slag: T. glareola
Tringa glareola
Tringa glareola

Vaðstelkur (frøðiheiti - Tringa glareola) eigur í kjarrvaksnum mýrilendi ella frostmýrum úr Skandinavia yvir á meginlandið eystur í Siberia. Hann er sjáldsamur búfuglur í skotska hálendinum. Hesi seinastu árini hevur hann roynt at seta búgv í Hetlandi, Íslandi og Ytru Suðuroyggjum. Vaðstelkur er flytifulglur og er um veturin í tropiskum Afrika, og fáir síggjast í Norðuratlantshavi í flytitíðini í mai til juni og juli-sept. Hann sæst sjáldan í Íslandi og Føroyum.



Vaðstelkur líkist einum lítlum og klæntrasligum stelki, hevur grønlig ella sum ungfuglur gullig bein og stutt og klænt nev. Hann líkist nógv flykrustelki, men kennist frá honum, av tí at vaðstelkur er morreyðari og ikki so dimmur. Sært tú upp undir veingirnar á vaðstelki, verður tú varur við, at teir eru ljósagráir, ikki myrkamorreyðir. Á bakinum líkist hann flykrustelki. Í flestu førum hevur hann týðuliga eygnarípu, eitt sindur aftur um eygað.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið