Jump to content

Vípa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vípa


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Charadriidae
Slekt: Vanellus
Slag: V. vanellus
Vanellus vanellus

Vípa (frøðiheiti - Vanellus vanellus) er til støddar nakað sum bládúgva. Hon hevur mangar litir, omaná mest morgrøn, framman dimmblá, í neðra hvít; vongurin er korkalittur oman fyri knúgvan og svartur ytst; undir velinum er hon vakurt brondut. Best kennist hon av tí langa toppinum á nakkanum. Tó at veingirnir eru kubbutir, er hon bæði lættfloygd og skjótfloygd; ofta ger hon knøpp køst og vendingar í flognum. Hon eigur víða um Europa og Asia. Eggini eru 4, grønlig ella brúnlig við svørtum blettum. Kemur fólk fram at reiðrinum, leikar hon í sum eitt ørt uttanum; hundar og krákur rýkur hon á uttan fyrilit. Í Føroyum síggjast tær stundum vár og heyst, borandi í bønum eftir sniglum og reyðmøðkum. Áður vistu menn so at siga einki um, at vípa hevði átt í Føroyum, nú í hesum seinnu árunum hevur tað ikki verið so sjaldsamt. Dámligt hevði tað verið, um hesin hugnaligi fuglur kom fyri álvara at byggja hjá okkum.[1]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið