Uppsala
Uppsala er ein býur í Uppsala kommunu í Uppsala län, Svøríki. Býurin liggur 66 km norðanfyri Stokkhólm og er fjórðstørsti býur Svøríkis við 140.454 íbúgvum (2010). [1]
Universitetið í Uppsala varð stovnað í 1477, og er tað fyrsta fróðskaparsetri í Svøríki.
Her verður eisini Silvurbíblian goymd, hon sigst vera ein av elstu bókum í Evropa.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
Slóðir[rætta | rætta wikitekst]