Uppsala kommuna
Appearance
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/19/Domkyrkan_i_Uppsalas_stadsbild.jpg/220px-Domkyrkan_i_Uppsalas_stadsbild.jpg)
Uppsala kommuna (svenskt: Uppsala kommun), er ein kommuna í Uppsala län í Svøríki. Uppsala kommuna hevur umleið 205 199 íbúgvar (2013).[1] Uppsala er ein tann elsti býurin í Svøríki. Har var stórt hov í teirri heidnu tíðini, og har búðu uppsalakongarnir. Enn situr svenski erkabispurin í Uppsala, og í teirra gomlu, vøkru dómkirkjuni liggja beinini av mongum av teimum svensku kongunum og øðrum stórmennum. Stórt universitet er í býnum.