Tryggingarfelagið Føroyar
Tryggingarfelagið Føroyar ella TF er felag, ið rekur tryggingarvirksemi í Føroyum. Ofta millum manna kallað "Tryggingin". Forstjóri í felagnum er Regin Hammer. Í dag starvast umleið 110 fólk á TF. Høvðusskrivstovan hjá felagnum er á Kongabrúnni í Havn. Umframt høvuðsskrivstovuna hevur TF deildir í Sandavági, Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tryggingarfelagið Føroyar (TF) varð stovnað í 1940 og kallaðist tá Tryggingarsambandið Føroyar. Áðrenn 1940 vóru tað serliga donsk tryggingarfeløg og onnur tryggingarumboð uttanlands, ið høvdu tryggingar í Føroyum. Sambandið við hesa partar varð kvett við byrjan av seinna heimsbardaga og førdi tað til, at Tryggingarsambandið Føroyar varð sett á stovn. Hetta hendi við eini bráðfeingis kunngerð frá 17. juni 1940 og fór at virka 1. juli 1940. Tryggingarsambandið varð skipað sum eitt sínámillum tryggingarsamtak, ið fekk einkarrætt til trygging av føroyskum ognum ella øðrum virðum, tó lívstrygging undantikin. Feløgini Føroya Vanlukkutrygging, Føroya Brunatrygging og Krígstryggingin fyri føroysk fiskifør vóru tikin við í "nýggja" samtakið. Tó vóru onnur feløg, ið fingust við tryggingarvirksemi (t.d. Føroya Samvirkandi Sjótryggingarfelag, Suderø gensidige Forsikringsforening for Motor både til Fiskeribrug og P/f Trygd), ið ikki fingu loyvi at tekna nýggjar tryggingar aftan á 1. januar 1943.
Í 1997 varð einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum at tekna tryggingar avtikin. Hetta hevði við sær, at Tryggingarsambandið skuldi kappast við onnur tryggingarfeløg. Framvegis var ikki loyvi hjá útlendskum tryggingarfeløgum at tekna tryggingar í Føroyum.
Í 1998 valdu deildirnar í Tryggingarsambandinum at leggja saman í eitt sínámillum felag. Felagið skifti tí navn til Tryggingarfelagið Føroyar S/F.
1. juli 2003 varð bygnaðurin aftur broyttur, soleiðis at sínámillumfelagið Tryggingarfelagið Føroyar varð broytt til eitt samtak. Tryggingarvirksemið varð skilt út í partafelagið Tryggingarfelagið Føroyar P/F, ið er eitt dótturfelag hjá TF Holding P/F.
Í 2007 stovnaði TF eitt pensjóns- og lívstryggingarfelag, ið verður nevnt Betri pensjón.
Í apríl 2011 keypti TF Holding 70% av føroyska partinum av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet. Eik Banki var komin í fíggjarligar trupulleikar av fíggjarkreppuni, sum herjaði frá heystinum 2008. Tað var serliga tann danski parturin av Eik Banka, sum var skyldin í fallinum av Eik Banka. Hini 30% av Eik Banka eigur Finansiel Stabilitet enn.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Bókin: "Trygging í Føroyum - Tryggingarsambandið Føroyar í fimti ár" útgivin av Tryggingarsambandi Føroya í 1991
- Heimasíðan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
- Ársroknskapurin hjá TF fyri 2007