Jump to content

Trygd

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Trygd er eitt nútímans tryggingarfelag undir BankNordik samtakinum. Trygd varð stovnað  í 1932 og er harvið elsta tryggingarfelag í landinum. Í 54 ár kundi Trygd tó ikki selja tryggingar, tí einkarrættur var á føroyska tryggingarmarknaðinum frá 1943 til 1. januar 1997, tá hann varð tikin av.

Tá einkarrætturin varð tikin av, setti Føroya Banki nýggjan pening í felagið, og 2. februar 1998 fór Trygd aftur undir at selja tryggingar; í fyrstu atløgu familju- og sethúsatryggingar. Síðani er útboðið av tryggingum alsamt víðkað, og í dag bjóðar Trygd flestallar skaðatryggingar til privat viðskiftafólk og til føroyska vinnulívið.

Stjóri í Trygd er Janus Thomsen og nevndarforkvinna er Turið Finnbogadóttir Arge.

Útvortis slóð

[rætta | rætta wikitekst]